|
ENDAMÁL FELAGSINS
Endamál felagsins er at fylkja allar tænastumenn landsins og tænastumannalíknandi sett fólk í umsitingini, fyri at fremja og verja felags áhugamál, at hevja fíggjarligu og stættarligu støðu limanna og at skapa tíðarhóskandi viðurskifti í øllum førum innan stættin. Felagið tekur ikki lut í partapolitikki.
|
|
|
|
|
22-02-2007
Viðtøkurnar broyttar
Á aðalfundi felagsins 22/2-2007 vóru viðtøkurnar hjá felagnum broyttar.
Hesar broytingar hava við sær, at nú ber eisini til hjá fólki í tænastumannalíknandi størvum - innan tað almenna - at gerast limur í felagnum.
Hesin bólkur hevur verið sera illa fyri, tí um tey ikki hava havt ávísa útbúgving, sum natúrliga kundi knýta tey til ávíst fakfelag, hava tey ikki havt møguleika fyri at vera limur nakrastaðni.
Tí hava tey ikki havt nakran felagsskap, sum hevur kunnað talað teirra søk. Hesin møguleikin er nú til staðar.
Ynskja tygum limaskap í felagnum, so ber til at senda teldupost til felagið og upplýsa navn, bústað, starvsstað, telefon og teldupostadressu.
Er okkurt ivamál, so ber til at ringja tlf. 22 52 03. (svarar hvønn hósdag kl. 17 til 18)
|
|
|
|
|
TÆNASTUMANNAFELAGIÐ
Adressa felagsins:
Undir Nesinum 12
650 Toftir.
Telefon: 29 10 06 (svarar
hvønn hósdag kl. 17 til 18)
Teldupostur: mg@vorn.fo
|
NEVNDARLIMIR
Meinhard Gaardlykke:
formaður
Bárður Enni:
næstformaður og skrivari
Andrea Nielsen:
kassameistari
Hallur Fróðin Bech:
nevndarlimur
|
|
|
|