Tænastumannafelagið
FRAMSÍÐA
LÓG FELAGSINS
NEVNDARLIMIR
SEMJUR V.M.
SAMLAGSTRYGGING
LØNARTALVUR
HEIMASÍÐUR
SKRIVSTOVAN
ROKNA EFTIRLØN
INNIHALDSYVIRLIT
ENDAMÁL FELAGSINS

Endamál felagsins er at fylkja allar tænastumenn landsins og tænastumannalíknandi sett fólk í umsitingini, fyri at fremja og verja felags áhugamál, at hevja fíggjarligu og stættarligu støðu limanna og at skapa tíðarhóskandi viðurskifti í øllum førum innan stættin. Felagið tekur ikki lut í partapolitikki.

  24-03-2009

Prestafelag Føroya hevur fingið samráðingarrættin




Í Fíggjarmálaráðnum var í dag fundur við Tænastumannafelag Landsins og Prestafelag Føroya.
Á fundinum vóru umrødd lønar- og setanarviðurskifti hjá prestum í føroysku fólkakirkjuni, og spurningurin um, hvør skal samráðast prestanna vegna.

Á fundinum kom fram, at landsstýrismáðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, hevur gjørt av, at lata prestafelagnum samráðingarrættin, og kemst hetta serliga av fundinum, sum var á Hotell Føroyum í síðstu viku.

Har kom fram, at øll feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum eru sinnað, saman við Lønardeildini í
Fíggjarmálaráðnum, at gera almennu sáttmálarnar einfaldari og greiðari, soleiðis at høvuðsreglurnar verða avtalaðar í einum ella øðrum felags forum. Eisini var undirtøka fyri at bólka sáttmálar í nakrar høvuðssáttmálar. Tað eru tí tekin um, at sáttmálarnir vera færri og einfaldari, og tí hevur tað ikki tann stóra týdningin, um feløgini eru fleiri ella færri.

Í tí ljósinum er tað ikki longur so umráðandi hjá Fíggjarmálaráðnum at Tænastumannafelag Landsins skal hava samráðingarrættin fyri prestarnar. Fíggjarmálaráðið væntar, at til samráðingarnar komandi ár fara øll tey feløg, sum hava samráðingarrætt fyri tænastumenn at vera við til at gera felags ásetingarnar saman, og síðan hvør sær umrøða tey serligu viðurskiftini fyri serstaku bólkarnar.
Bæði Prestafelag Føroya og Tænastumannafelag landsins eru sinnað at ganga ta leiðina, og óivað eru hini feløgini eisini sinnað til tað.
Prestafelag Føroya hevur frá Fíggjarmálaráðnum fingið uppskot til semju, og fundur verður avtalaður í næstum.

Prestafelag Føroya, Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið eru fegin um, at tað ikki longur verður neyðugt at stríðast um prinsipiell mál, og farið verður til verka við góðum vónum.

Á Argjum tann 24. mars í 2009








TÆNASTUMANNAFELAGIÐ

  Adressa felagsins:
  Undir Nesinum 12
  650 Toftir.

  Telefon: 29 10 06 (svarar
  hvønn hósdag kl. 17 til 18)
  Teldupostur: mg@vorn.fo



NEVNDARLIMIR

  Meinhard Gaardlykke:
  formaður

  Bárður Enni:
  næstformaður og skrivari

  Andrea Nielsen:   kassameistari

  Hallur Fróðin Bech:
  nevndarlimur