|
ENDAMÁL FELAGSINS
Endamál felagsins er at fylkja allar tænastumenn landsins og tænastumannalíknandi sett fólk í umsitingini, fyri at fremja og verja felags áhugamál, at hevja fíggjarligu og stættarligu støðu limanna og at skapa tíðarhóskandi viðurskifti í øllum førum innan stættin. Felagið tekur ikki lut í partapolitikki.
|
|
|
|
|
01-03-2011
Felagið leggur málið fyri Løgtingsins Umboðsmann
Tænastumannafelagið átalar framferðina hjá løgmanni um at seta í verk tænastumannakanning av aðalstjóra.
- Avgerðin hjá løgmanni er tikin uttan at løgmansskrivstovan á nakran hátt hevur gjørt sær eina sjálvstøðuga meting um, antin grundarlag er fyri at seta í verk eina tænastumannakanning, sigur felagið.
- Ein grundleggjandi regla í fyrisitingarrættinum er, at ein almennur myndugleiki hevur skyldu at tryggja at eitt mál er fult upplýst, áðrenn avgerð verður tikin.
- Er hetta ikki gjørt verður avgerðin ógyldug.
- Í einum máli um at seta í verk eina tænastumannakanning skal løgmaður harumframt ítøkiligera tey brot, sum tænastumaðurin hevur framt.
Hvørgi av nevndu viðurskiftum eru gjørd í hesum máli. Tí fer Tænastumannafelag Landsins at leggja málið fyri Løgtingsins Umboðsmann og felagið fer eisini at kunna Løgtingsins Fíggjarnevnd um hesi viðurskifti.
|
|
|
|
|
TÆNASTUMANNAFELAGIÐ
Adressa felagsins:
Undir Nesinum 12
650 Toftir.
Telefon: 29 10 06 (svarar
hvønn hósdag kl. 17 til 18)
Teldupostur: mg@vorn.fo
|
NEVNDARLIMIR
Meinhard Gaardlykke:
formaður
Bárður Enni:
næstformaður og skrivari
Andrea Nielsen:
kassameistari
Hallur Fróðin Bech:
nevndarlimur
|
|
|
|