Tænastumannafelagið
FRAMSÍÐA
LÓG FELAGSINS
NEVNDARLIMIR
SEMJUR V.M.
SAMLAGSTRYGGING
LØNARTALVUR
HEIMASÍÐUR
SKRIVSTOVAN
ROKNA EFTIRLØN
INNIHALDSYVIRLIT
ENDAMÁL FELAGSINS

Endamál felagsins er at fylkja allar tænastumenn landsins og tænastumannalíknandi sett fólk í umsitingini, fyri at fremja og verja felags áhugamál, at hevja fíggjarligu og stættarligu støðu limanna og at skapa tíðarhóskandi viðurskifti í øllum førum innan stættin. Felagið tekur ikki lut í partapolitikki.

  11-03-2011

Størsta fuppnummar í nýggjari tíð




Vit átala harðliga uppskotið hjá landsstýrinum um nýggja pensjónsskipan. Hetta er størsta fuppnummar í nýggjari tíð, um uppskotið verður samtykt, sigur Tænastumannafelag Landsins, sum vísir á, at pensjónistar koma at missa heilar 25.000 krónur næsta ár.

Felagið sigur í skrivi,sum sent er fjølmiðlunum, at uppskotið er einfalt. Tað er at fara frá núverandi skipan, har grundupphæddin í fólkapensjónini er skattafrí til at gera hana skattskylduga.

- Ert tú ein av teimum, sum rindar umleið 50% í skatt og ert stakur fólkapensjónistur, so minkar fólkapensjónin við 25.000 krónum árliga.

Felagið vísir á, at tað, sum landsstýrið haraftrat ætlar, er at byrja mótrokningina í inntøku enn fyrr. Í dag byrjar mótrokningin ikki fyrrenn við inntøkum sum fara uppum 60.400 krónur.

Um tað gongur, sum landstýrið ætlar, verður mótroknað longu við inntøkum, sum fara uppum 30.000 krónur í 2020. Hetta fer at merkja, sigur Tænastumannafelag Landsins, at teir pensjónistar, sum eru illa fyri í dag, verða enn verri fyri.

- Men so kemur fupp nummarið hjá landsstýrinum, sigur felagið.

Í uppskotinum, sum er lagt fyri tingið, spæla tey við tølini í grundupphæddini. Tey hækka tølini næstan uppí tað tvífalda, tí so verða kanska ikki so nógvar reaktiónir frá fakfeløgum og fólki annars. Tá kunnu tey standa fram og siga, at í veruleikanum verður pensjónin tann sama, sum hon er í dag.

Tænastumannafelag Landsins sigur seg trúgva lítið uppá, at almennu pensjónirnar fara at hækka upp í tað tvífalda longu frá næsta ári, soleiðis sum fíggjarstøðan er í landinum.

- Um uppskotið verður samtykt, hava tey fingið prinsippið við, at allar pensjónir eru skattskyldugar.










TÆNASTUMANNAFELAGIÐ

  Adressa felagsins:
  Undir Nesinum 12
  650 Toftir.

  Telefon: 29 10 06 (svarar
  hvønn hósdag kl. 17 til 18)
  Teldupostur: mg@vorn.fo



NEVNDARLIMIR

  Meinhard Gaardlykke:
  formaður

  Bárður Enni:
  næstformaður og skrivari

  Andrea Nielsen:   kassameistari

  Hallur Fróðin Bech:
  nevndarlimur