|
ENDAMÁL FELAGSINS
Endamál felagsins er at fylkja allar tænastumenn landsins og tænastumannalíknandi sett fólk í umsitingini, fyri at fremja og verja felags áhugamál, at hevja fíggjarligu og stættarligu støðu limanna og at skapa tíðarhóskandi viðurskifti í øllum førum innan stættin. Felagið tekur ikki lut í partapolitikki.
|
|
|
|
|
23-08-2018
Semja millum Felag Tænastumanna Landsins og Fíggjarmálaráðið
Semja er undirskrivað millum Felag Tænastumanna Landsins og Fíggjarmálaráðið, vísandi til §31 í tænastumannalógini.
Semjan merkir, at mánaðarlønin hækkar 2,3% tann 1. oktober í 2017 og 2,5% tann 1. oktober í 2018.
Ein nýggj avtala er gjørd fyri tænastuferðir. Talan er um eina dagføring av fleiri viðurskiftum, sum vóru ótíðarhóskandi í gomlu avtaluni.
Av tí, at aðrir sáttmálar vísa til hesa avtalu við tænastumannafelagið, so verður henda at galda fyri allan almenna arbeiðsmarknaðin.
Í arbeiðstíðaravtaluni fyri tollarar og vaktgangandi á MRCC-støðini eru broytingar gjørdar um vikuskiftisarbeiði og tilkallivaktir.
|
|
|
|
|
TÆNASTUMANNAFELAGIÐ
Adressa felagsins:
Undir Nesinum 12
650 Toftir.
Telefon: 29 10 06 (svarar
hvønn hósdag kl. 17 til 18)
Teldupostur: mg@vorn.fo
|
NEVNDARLIMIR
Meinhard Gaardlykke:
formaður
Bárður Enni:
næstformaður og skrivari
Andrea Nielsen:
kassameistari
Hallur Fróðin Bech:
nevndarlimur
|
|
|
|